Nýggjar reglur fyri innflyting og ferðing við hundi og kettu

Nýggjar reglur fyri innflyting og ferðing við hundi og kettu
Tú kanst ferðast við hundi ella kettu úr Føroyum, men krøvini verða munandi herd. 
 
29.08.2021 - 17:02

1.oktober koma nýggjar reglur í gildi fyri at innflyta og ferðast við hundi og kettu og fyri gitnaðarevni. Tað skrivar heimasíðan hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni.

Millum annað kanst tú ferðast við hundi ella kettu úr Føroyum, men krøvini verða munandi herd.  Eitt nú verður krav at  søkja um ferðaloyvi. Djórið skal kannast og viðgerast hjá djóralækna í ferðalandinum áðrenn heimferðin aftur til Føroya byrjar.

Ikki er loyvt at ferðast til Føroya við hundi ella kettu. 

Innflutningsloyvi krevst, um tú skalt innflyta hund ella kettu til Føroya.

Krøvini um koppseting eru tey somu, sum fyrr, men ein nýggj koppseting er komin aftrat til kettu.

Djórapass verður ikki góðtikið sum innflutningsskjal.

Stuðulshundur verður nú loyvdur undir serligum treytum.

Flutningsfeløgini t.d. Atlantsflog og Norrøna skulu verða løggild til flutning av djórum fyri at kunna flyta djórini til og úr Føroyum.

- Ásetingarnar í nýggju kunngerðini gera, at vit eisini frameftir varðveita góðu djórasjúkustøðu, sum vit hava í Føroyum - til frama fyri allar føroyskar hundar og kettur, skrivar Heilsufrøðiliga starvsstovan.

Nýggju reglurnar kunnu lesast her

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Fríggjadag 16. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Flákra
214897
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715