Rakettverja forðaði fyri álopi í Kabul

Rakettverja forðaði fyri álopi í Kabul
Rakettirnar skuldu eftir øllum at døma raka floghavnina í afganska høvuðsstaðnum
Amerikanska rakettverjan forðaði fyri álopinum á floghavnina í Kabul. Materiellur skaði var, men einki fólk fekk skaða.
 
30.08.2021 - 09:06

Ein rakettverja forðaði í nátt fyri einum rakettálopi í afganska høvuðsstaðnum, Kabul. Tað boðaðu amerikansku myndugleikarnir frá í morgun.

Rakettirnar skuldu eftir øllum at døma raka Hamid Karzai-floghavnina í Kabul, har túsundtals afganar og fleiri útlendskir hermenn eru staddir.

Amerikanski herurin hevur seinastu dagarnar steðgað fleiri yvirgangsálopum í Kabul.

200 fólk doyðu

Hósdagin var yvirgangsálop framt á Hamid Karzai-flogvøllin, og fleiri enn 200 fólk lótu lív, flestu teirra afganar, sum royndu at sleppa úr landinum.

13 av teimum deyðu vóru amerikanskir hermenn.

Amerikanski forsetin, Joe Biden, ávaraði tá um, at ítøkiligar hóttanir eru um yvirgangsálop móti flogvøllinum. 

Ein deild undir Islamskum stati, IS-K, hevur tikið ábyrgdina av yvirgangsálopinum. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Hósdag 20. august
RagnarRokk 20.august 2026
210713
Hósdag 20. august
RagnarRokk: Mirza Radonjica um Dissolution
210712
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970