Eiga at hava 150 milliónir í avlopi næsta ár

Eiga at hava 150 milliónir í avlopi næsta ár
Tað er ikki haldførur politikkur, at almennu kassarnir hava hall, tá inntøkuvøksturin er so stórur, sigur formaðurin í Búskaparráðnum
Fróði Magnussen er formaður í nýggja Búskaparráðnum, sum leggur fyrstu frágreiðing sína fram í dag.
 
01.09.2021 - 09:51

Tað er ikki í lagi, at landskassin hevur hall, tá búskaparstøðan er so góð sum hon er.

Tað sigur formaðurin í Búskaparráðnum, Fróði Magnussen, sum nú klokkan tíggju leggur fram sína fyrstu búskaparfrágreiðing.

Hallið á fíggjarlógini er mett at verða 300 mió. kr. í ár, og 200 mió. kr. næsta ár.

Hetta er ikki haldførur fíggjarpolitikkur, at almennu kassarnir ikki hava avlop, tá nærum einki arbeiðsloysi er, og inntøkuvøksturin er so stórur, sigur formaðurin í Búskaparráðnum.

Eiga at hava avlop

Hann sigur, at landskassin átti at havt í minsta lagi 150 milliónir krónur í avlopi næsta ár, og ikki 200 mió. kr. í halli. 

Hann sigur ikki, at landsstýrið í óðum verkum skal tátta í, men heldur, at brúk er fyri ítøkiligum ætlanum, sum virka fyri haldførum fíggjarpolitikki. 

Í vár var vøksturin í BTÚ, bruttotjóðarúrtøkuni, í leypandi prísum mettur at blíva 4,6 prosent í ár. Nú sigur metingin 7,9 prosent.

Samfelagið og búskapurin eru komin skjótari aftur i rætt lag eftir koronu, enn væntað var í vár, sigur Fróði Magnussen, formaðurin í Búskaparráðnum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Sunnudag 11. oktober
Filosofiskur 4.partur
214536
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531