Er funnin sekur í øllum ákærum

Er funnin sekur í øllum ákærum
Ein 50 ára gamal maður er dømdur seks mánaða treytaleysa fongsulsrevsing fyri hóttanir eftir lívinum
Maðurin hevur 120 dagar eftir av dómi, hann fekk í 2018, men hesir dagar eru ikki við dóminum, sum maðurin fekk mánadagin.
 
08.09.2021 - 09:04

50 ára gamli maðurin, sum mánadagin fekk seks mánaða treytaleysa fongsulsrevsing fyri hóttanir eftir lívinum, er funnin sekur í øllum níggju ákærunum.

Og av tí, at nakrar hóttanir komu, meðan maðurin var royndarleyslatin, ber ikki til at gera dómin treytaðan, sigur Føroya rættur.

Maðurin hevur 120 dagar eftir av dómi, sum hann fekk í 2018.

Hesir dagar eru ikki við í dóminum, sum maðurin fekk mánadagin, tí revsimálini líkjast ikki.

Maðurin er eisini dømdur at rinda sakarkostnaðin.

Játtar at hava skrivað

Maðurin játtar at hava skrivað tað, sum hann varð ákærdur fyri, og nú er dømdur fyri. 

Men hann noktar seg sekan, tí sambært honum er ikki talan um hóttanir.

Maðurin var í varðhaldi frá 16.desember 2020 til 17.februar í ár.

Sambært Føroya rætti hótti maðurin fólk í almennum starvi.

Sambært mentalkanningini er fongsulsrevsing tann mest hóskandi.
  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. oktober
Dansival 14. oktober 2026
214783
Mikudag 14. oktober
Vágskálin: Bersøgin og viljasterk kvinna
213902
Mikudag 14. oktober
Mono - 2. sending - 141026
214779
Mikudag 14. oktober
1. partur: Áðrenn og aftaná
214704
Mikudag 14. oktober
Eitt korter við klassiskum
214756
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214755
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609