USA: Nýggj krøv skulu seta ferð á koppsetingina

USA: Nýggj krøv skulu seta ferð á koppsetingina
Nýggju reglurnar eru galdandi fyri tilsamans 100 milliónir fólk
 
10.09.2021 - 09:10

Amerikanski forsetin, Joe Biden, hevur sett í gildi nýggjar reglur fyri fyritøkur, sum hava meira enn 100 fólk í starvi.

Starvsfólkini skulu vera koppsett ella skulu kannast fyri koronu í minsta lagi eina ferð um vikuna.

Brot á reglurnar verða revsað við stórari bót.

Reglurnar eru eisini galdandi fyri almenn starvsfólk og sjúkrahús, sum fáa almenna stuðul.

Nýggju reglurnar galda fyri tilsamans 100 milliónir fólk, - tvs. tveir triðingar av allari arbeiðsfjøldini í USA.

- Hetta snýr seg ikki um frælsi og rættin til sjálv at velja, men um at verja teg og menniskjuni rundan um teg, segði Biden í talu í nátt.

Smittutalið aftur vaksandi
Nýggj koronubylgja herjar nú í USA, og trýstið á sjúkrahúsini er stórt.

Meira enn 650.000 amerikanarar eru deyðir av covid-19, og trýstið á Biden frá fólkinum, sum eru móð av koronu, veksur.

Biden lovaði í vár, at summarið í USA skuldi vera í frælsi frá virusinum, men virusfrábrigdini og mótstøða móti koppseting gera, at smittutalið aftur er farið at vaksa.

Í taluni í nátt hartaði Biden politikarar, sum royna at grava undan stríðnum móti koronuvirusinum og amerikanararnar, sum ikki vilja verða koppsettir.

- Tað, sum ørkymlar meg almikið er, at tað er minnilutin av amerikanarum, sum forðar okkum í at fáa tamarhald á hesum, segði Biden, sambært Reuters.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444
Týsdag 30. apríl
Mett fyri minni (1:3) - teknmálstulkað
174432
Týsdag 30. apríl
70 metra dýpi - teknmálstulkað
174431
Týsdag 30. apríl
Veðrið
174418