Føroyanevndin námsferð til Føroya

Føroyanevndin námsferð til Føroya
Seinast, nevndin var her, var í 2018. Í fjør forðaði korona fyri ferðini
Edmund Joensen er formaður í Føroyanevndini
 
14.09.2021 - 08:49

Tíggju limir í Føroyanevndini hjá fólkatinginum hava teknað seg til Føroyaferðina í næstu viku.

Teirra millum eru føroysku fólkatingslimirnir, Edmund Joensen, sum er nevndarformaður, og Sjúrður Skaale, sum er næstformaður.

Harafturat koma tveir embætismenn.

Dagarnir 19. til 23.september eru settir av til ferðina, sum verður kallað námsferð.

Føroyanevndin plagar at vera í Føroyum annað hvørt ár.  Seinast, hon var her, var tó í 2018. Í fjør forðaði korona fyri ferðini.

Fyrsta vitjan eftir fólkatingsvalið

Hetta er so fyrstu ferð eftir fólkatingsvalið í 2019, at Føroyanevndin kemur til Føroya.

29 fólk eru í Føroyanevndini.

Endamálið við hesum ferðunum er at hitta politikarar, embætisfólk og vinnulívsfólk í Føroyum.

Fíggjarætlanin hjá ferðini er mett at vera 150.000 kr. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 17. oktober
Andaktin
214952
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120