800 fleiri løntakarar seinasta árið

800 fleiri løntakarar seinasta árið
537 fleiri menn enn kvinnur vóru løntakarar í august
Í byggivinnuni er løntakaratalið eisini farið at minka eftir at hava verið støðugt vaksandi síðani 2014.
Mynd: Savnsmynd  
 
14.09.2021 - 09:02

Í august vóru 27.300 løntakarar í Føroyum, 800 fleiri enn í august í fjør. 

Men síðani í mars í ár er talið ikki vaksið.

537 fleiri menn enn kvinnur vóru løntakarar í august.

Ein lítil vøkstur er í privatu tænastuvinnunum, men vøksturin, sum hevur verið í almennari tænastu, er nú minkandi.

Færri í byggivinnuni

Í byggivinnuni er løntakaratalið eisini farið at minka eftir at hava verið støðugt vaksandi síðani 2014, skrivar Hagstovan. 

Ein løntakari er millum 16 og 74 ár, fær A-inntøku og býr í Føroyum, tá lønin verður goldin. 

Løntakarar eru tey, sum í einum mánaði fáa løn, sum í minsta lagi svarar til eina dagløn hjá ófaklærdum arbeiðsfólki, sama um arbeiðsgevarin er føroyskur ella útlendskur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 9. august
Tónleikur í 13 øldir (6:10)
210350
Sunnudag 9. august
Guðstænasta í Sjóvar kirkju
211691
Leygardag 8. august
Hetta heilaga evangeliið skrivar
211685
Leygardag 8. august
Radio Stjernekilde - Partur 12
209139
Leygardag 8. august
Morgunlestur leygardagur
211509
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558