Bakkafrost ger íløgur fyri seks milliardir

14.09.2021 - 13:05
InnlendisVinna
Bakkafrost ger íløgur fyri seks milliardir
Ætlanin er at økja laksaframleiðsluna umleið 40 prosent næstu fimm árini
Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrosti, sum hevur stórar ætlanir næstu árini.

Bakkafrost ætlar næstu fimm árini at gera íløgur fyri 6,2 milliardir krónur í okkara peningi.

Tað kom fram, tá ætlanirnar vórðu lagdar fram fyri íleggjarum í hølum hjá Bakkafrosti á Glyvrum í morgun.

Bróðurparturin av íløgunum verður gjørdar í virksemið í Skotlandi, og tað fer at síggjast aftur, sigur Regin Jacobsen, stjóri.

Bakkafrost ætlar at økja laksaframleiðsluna umleið 40 prosent næstu fimm árini.

Hoyr samrøðubrot við Regin Jacobsen í útvarpstíðindunum.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 3. mai
Morgunlestur fríggjadagur 3. mai 2024
174293
Hósdag 2. mai
RagnarRokk 2.mai 2024
173786
Nýggjastu sendingar í SV