Bretar útseta aftur krøv um innflutning úr Føroyum

Bretar útseta aftur krøv um innflutning úr Føroyum
Boðini hava við sær, at einki marknaeftirlit verður fyrr enn 1. juli næsta ár
Heilsufrøðiliga starvsstovan hevur fingið at vita frá bretum, at freistir um krøv í sambandi við innflutning eru útsett.
 
15.09.2021 - 11:00

Heilsufrøðiliga starvsstovan hevur fingið boð úr Stóra Bretlandi um, at tey enn einaferð hava útsett freistir viðvíkjandi krøvum til innflutning.

Hetta ger, at heilsuváttan til fisk og fiskavørur, sum verða sendar úr Føroyum til Stóra Bretlands, ikki verður kravd fyrr enn 1.juli næsta ár.

Heldur ikki verður nakað marknaeftirlit fyrr enn 1.juli 2022.

Kravið um undanfráboðan av vørusendingum í IPAFFS-skipanini er útsett til 1.januar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952