45 íbúðir við Oyggjarvegin lidnar næsta ár

45 íbúðir við Oyggjarvegin lidnar næsta ár
Íbúðirnar vera millum 60 og 114 fermetrar til støddar, og væntandi fara eini 100 fólk tilsamans at búgva í íbúðunum
Gongst sum ætlað, verða íbúðirnar við Oyggjarvegin lidnar seint í 2022.
 
15.09.2021 - 14:44

NN Holding, sum eigur MARK, skal byggja 45 leiguíbúðir við Oyggjarvegin í Havn. 

Íbúðirnar verða millum 60 og 114 fermetrar til støddar, við einum, tveimum ella trimum kømurum. Harafturat verða eisini íbúðir til rørslutarnað.

Tá ið verkætlanin er liðug, væntandi seint í 2022, fara eini 100 fólk at flyta inn í nýggju íbúðirnar við Oyggjarvegin í Tórshavnar kommunu, sigur MARK.

Tríggjar og fýra hæddir

Bygningarnir verða í trimum og fýra hæddum. Allar íbúðirnar á lendishæddini hava hátún, og allar íbúðirnar í ovaru hæddunum hava svala omaneftir.

Á økinum, har íbúðirnar verða bygdar, verða eisini parkeringsbásar.

NN Holding eigur og rekur MARK, sum hevur bygt íbúðirnar í Marknagili í Havn og undir Kongavarða á Argjum.

Í nevndini í NN Holding eru Birgir Dam Jacobsen, Frits Dam Jacobsen og Gordon Rajani.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576