Articon ætlar at byggja skúrar í Klaksvík

Articon ætlar at byggja skúrar í Klaksvík
Skúrarnir skulu brúkast til arbeiðsfólkini, sum skulu gera tunlarnar norður um Fjall
Málið um skúrbýin í Klaksvík kemur til viðgerðar á býráðsfundi í næstu viku.
Mynd: Klaksvíkar kommuna  
 
16.09.2021 - 08:56

Byggifelagið Articon hevur spurt Klaksvíkar kommunu, um kommunan kann útvega felagnum 2000 fermetrar, so felagið kann byggja skúrar til tey 44 arbeiðsfólkini, sum skulu gera tunlarnar norður um Fjall. 

Tosað er um økið norðan fyri Valrætt.

Kommunan hevur aðrar ætlanir um júst tað økið, men tær skulu ikki fremjast fyrr enn tunlarnir eru lidnir.

Har skal gerast ein umkoyringarvegur undir Kjøli, men tað arbeiðið byrjar ikki fyrr enn í 2026.

Leiguavtalan við Articon um økið norðan fyri Valrætt verður viðgjørd á næsta býráðsfundi í Klaksvík, sum verður 23.september.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Mikudag 7. oktober
Heilsuhornið
214419
Mikudag 7. oktober
Morgunlestur
214424
Týsdag 6. oktober
Maðurin umborð
214371
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391