MARK missir pengar í øllum førum

16.09.2021 - 17:45
InnlendisSamfelag
MARK missir pengar í øllum førum
Eingin loysn er í eygsjón í málinum um makaskiftið millum Tórshavnar kommunu og fyritøkuna MARK
MARK ætlaði at byggja 96 íbúðir undir Kongavarða á Argjum, men grannar kærdu, og byggiætlanin var skorin niður í helvt.

Í fjør stevndi felagið NN Holding, sum eigur fyritøkuna MARK, Tórshavnar kommunu og Kommunala eftirlitinum eftir endurgjaldi.

Orsøkin var, at NN Holding fekk loyvi frá kommununi at byggja 96 íbúðir undir Kongavarða á Argjum. Men grannar kærdu, og byggiætlanin var skorin niður í helvt.

Afturfyri gjørdi kommunan avtalu við NN Holding um makaskifti, so at tær 48 íbúðirnar, sum ikki vórðu gjørdar undir Kongavarða, kundu byggjast aðrastaðni.

Men slíka avtalu hevði kommunan ikki heimild at gera, segði Kommunala eftirlitið.

- Eingin loysn er í eygsjón, sigur Gordon Rajani, stjóri í MARK, sum fer at missa pengar, sama um makaskiftið verður framt ella ikki.

Hoyr samrøðubrot við Gordon Rajani. 

Meiri verður at frætta í útvarpstíðindunum klokkan 18.

Gordon Rajani er stjóri í MARK. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)



 

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444