Føroyingar manna nýggja Bakkanes

18.09.2021 - 12:47
Innlendis
Føroyingar manna nýggja Bakkanes
Klokkan 15 í dag verður almenn móttøka á Glyvrum, tá nýggja veitingarskipið hjá Bakkafrost, Bakkanes, leggur at á Glyvrum
Mynd: Andrass Jacobsen

Bakkafrost keypti skipið í vár. Talan er um eitt norskt skip, sum hevur verið í frálandavinnuni.
Síðani er skipið umbygt á skipasmiðjuni MEST á Skála.
Bakkafrost hevur seks skip í vinnu í Skotlandi, men tey eru øll leigað. Bakkanes verður tað fyrsta sum felagið sjálvt eigur, og ætlanin er, at felagið sum frálíður skal eiga øll seks skipini.
Tað verða føroyingar sum manna Bakkanes, sigur Regin Jakobsen.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444