Skottilburður í Russlandi kravt átta mannalív

Skottilburður í Russlandi kravt átta mannalív
Ein maður fór at skjóta frá hond á universitetinum í býnum Perm
Maðurin, sum skeyt, er sjálvur lesandi á universitetinum í Perm.
Mynd: Reuters  
 
20.09.2021 - 10:15

Átta lesandi hava latið lív á universitetinum í russiska býnum Perm í morgun, 1300 kilometrar eystan fyri Moskva, tá ein gerningsmaður fór at skjóta frá hond.

Russiska tíðindastovan Tass skrivar, at gerningsmaðurin er sjálvur lesandi á universitetinum.

- Vit vita, hvør hann er, og hann er nú handtikin sigur Svetlana Petrenkro, talsfólk fyri russisku kanningarnevndina, við Tass.

Gerningsmaðurin særdur

Hon váttar eisini, at gerningsmaðurin var særdur undir handtøkuni, og er ikki deyður, sum fyrstu tíðindini vildu vera við.

Aftrat teimum átta, sum higartil hava latið lív, eru eisini minst seks fólk særd, sigur AFP-tíðindastovan.

Sjónbandamyndir frá staðnum vísa næmingar leypa út gjøgnum vindeygu á Perm-universitetinum, tá tey royna at flýggja undan byrsumanninum, áðrenn hann var handtikin.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 7. august
RagnarRokk: Frode Glesnes um Lifeblood
209147
Hósdag 6. august
RagnarRokk 6.august 2026
209832
Hósdag 6. august
RagnarRokk: A.A.Williams um Solstice
209828
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454