Lítil útróður hesa vikuna

Lítil útróður hesa vikuna
Flestu partrolarar eru úti, men fiskiskapurin er smáligur
 
20.09.2021 - 11:07

Hesa vikuna verður ikki nógvur útróður, væntar Fiskamarknaðurin.

Streymurin er harður og boðað er frá illfýsnum veðri. Útróðrarbátarnir fiska hýsu, men fiskaríið hjá teimum er smáligt. 

Tey flestu frystilínuskipini eru úti, men bara trý ísfiskalinuskip.

Annar djúpvatnstrolarin fiskar kongafisk. Hin liggur.

Partrolarar smáligan fiskiskap

Flestu partrolararnir eru til fiskarí. Fiskaríið er smáligt, men okkurt okkurt gott hál er tó av og á.

Tveir trolbátar eru norðanfyri.

Tvey garnaskip fiska svartkalva. Fiskaríð er smáligt.

Eitt garnaskip fiskar havtasku og hevur brúkiligt fiskarí.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 9. september
Skratsj 9. sep. 2026
212998
Mikudag 9. september
Tí tú ert kvinna 1:3
212994
Mikudag 9. september
Morgunlestur mikudagur 9. september
212704
Týsdag 8. september
Vitan
212940
Týsdag 8. september
Góðan morgun Føroyar
212926
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 9. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213002
Týsdag 8. september
Veðrið
212949
Týsdag 8. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212908
Mánadag 7. september
Veðrið
212878
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777