Kina byggir ikki fleiri kolaverk uttanlands

Kina byggir ikki fleiri kolaverk uttanlands
USA tekur væl ímóti tíðindunum
Xi Jinping, forseti í King, helt røðu á netinum fyri ST-aðalfundinum í New York í gjár.
Mynd: South China Morning Post  
 
22.09.2021 - 10:36

Kina fer ikki at byggja fleiri kolaverk í útlandinum.

Tað segði kinesiski forsetin, tá hann helt røðu í ST í gjár. Boðini frá Xi Jinping fáa góða móttøku í USA.

- Vit hava tosað við Kina um júst hetta í eina tíð, og tí fegnast vit um, at kinesiski forsetin hevur tikið avgerðina, sigur John Kerry, sum er serligur sendimaður í veðurlagsviðurskiftum hjá amerikansku stjórnini.

Alok Sharma, sum skal standa á odda fyri veðurlagstoppfundinum hjá ST, Cop26, sum verður í Glasgow frá 31. oktober til 12. november, sigur seg eisini fegnast um kinesisku avgerðina.

- Tað er greitt, at atfinningar leingi hava verið at kolaverkum, og tí fegnist eg um, at Jinping hevur tikið avgerð um at gevast við at byggja slík verk uttanlands. Tað hava vit mangan umrøtt, tá eg havi vitjað í Kina, sigur Alok Sharma.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 25. mars
Morgunlestur mikudagur 25.mars 2026
205922
Týsdag 24. mars
Morgunlesturin týsdagur 24.mars 2026
205921
Mánadag 23. mars
Fótbóltsprát
206044
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 24. mars
Úr savninum: Í Dølum 2:3
135345
Týsdag 24. mars
Fólkatingsval 2026
206167
Týsdag 24. mars
Úr savninum: Í Dølum 1:3
134983
Týsdag 24. mars
Úr savninum: Í Dølum 3:3
135628
Týsdag 24. mars
Veðrið
206133