Reka lítla grind á Kollafjørð

Reka lítla grind á Kollafjørð
Grindin verður mett at vera 10 til 15 hval
 
22.09.2021 - 15:33

Ein lítil grind er seinnapartin funnin í Tangafirði, og hon verður eftir ætlan verður rikin inn á Kollafjørð.

Grindin er mett at vera um 10 til 15 hval, sigur Finnbogi Midjord, sýslumaður.

Sambært sýslumanninum var ætlanin at merkja grindina og síðani sleppa henni, men Náttúrugrípasavnið hevur boðað frá, at tey ikki hava neyðuga útgerðina til at merkja grindina.

Tí verður hon hildin til. 

Dagført:

Grindin hevur lagt beinini í Kollafirði fyri løtu síðani, og drápið gekk fyrimyndarliga væl, sigur Finnbogi Midjord, sýslumaður.

Grindin verður helst býtt í drápspartar, sigur sýslumaðurin. 

Tað gekk skjótt at halda grindini til. (Mynd: Kenneth Jørgensen)

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Fríggjadag 23. oktober
2. partur
215278
Fríggjadag 23. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Søren Manscher
215266
Fríggjadag 23. oktober
Breddin: Grøna orkuskiftið er steðgað upp
215263
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 23. oktober
Veðrið
215286
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101