Stjórnarflokkarnir viðgera støðuna eftir valið

Stjórnarflokkarnir viðgera støðuna eftir valið
Úrslitið av altingsvalinum leygardagin var, at stjórnin varðveitti meirilutan
Katrin Jakobsdóttir, forsætisráðharri Íslands. Stjórnarflokkarnir, sum varðveita meirilutan, viðgera nú politisku støðuna eftir valið.
 
28.09.2021 - 16:28

Stjórnarflokkarnir í Íslandi eru farnir at lodda politiska dýpið eftir altingsvalið leygardagin.

Úrslitið av valinum var, at stjórnin varðveitir meirilutan, hóast flokkurin hjá forsætisráðharranum hevði afturgongd. 

Í dag hava formenninir fyri stjórnarflokkarnar, Katrín Jakobsdóttir fyri Vinstra-Grøna flokkin, Bjarni Benediktsson í Sjálvstæðisflokkinum og Sigurður Ingi Jóhannsson fyri Framsóknarflokkin havt fund í Reykjavík.

Katrín Jakobsdóttir, forsætisráðharri, segði í samrøðu við Morgunblaðið stutt fyri døgurða í dag, at formenninir ætla at brúka hesa vikuna at tosa um støðuna eftir valið. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846