Svenskur Muhammed-teknari deyður í ferðsluvanlukku

Svenskur Muhammed-teknari deyður í ferðsluvanlukku
Lars Vilks, sum hevði politiverju, doyði, tá ein sivilur løgreglubilur stoytti saman við ein lastbil
Lars Vilks var hóttur eftir lívinum, tí hann teknaði Muhammed profet
Mynd: RitzauScanpix  
 
04.10.2021 - 08:42

Svenski Muhammed-teknarin, Lars Vilks, er deyður í eini ferðsluvanlukku, skriva svenskir miðlar.

Svenski teknarin, sum er kendur fyri at hava teknað høvdið á islamska profetinum, Muhammed, á ein deyðan hund, doyði í ferðsluvanlukku í Suðursvøríki.

Hann var í einum sivilum løgreglubili, sum stoytti saman við ein lastbil nærindis býnum, Markarud. Tvey løgreglufólk doyðu eisini í vanlukkuni.

Var hóttur eftir lívinum 

75 ára gamli Lars Vilks hevði politiverju, tí hann var hóttur eftir lívinumm eftir at hava teknað profetin, Muhammed.

Nógvir muslimar vóru illir um tekningina, sum kom út í 2007, eitt ár eftir donsku tekningarnar av profetinum. Sambært muslimum er tað gudsspottan at tekna profetin.

Svenska løgreglan kannar vanlukkuna, men í løtuni bendir einki á, at nakar annar hevur havt nakað við vanlukkuna at gera.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 22. mars
Guðstænasta í Kunoyar kirkju
206006
Sunnudag 22. mars
Bolero
206000
Sunnudag 22. mars
Credo: Fangaði í frumskóginum
205807
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 22. mars
Andaktin
206013
Sunnudag 22. mars
Guðstænasta úr Kunoyar kirkju
206001
Leygardag 21. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205984
Fríggjadag 20. mars
Tinggáttin
205979
Fríggjadag 20. mars
KAKUMiKS 2 (1:7)
205963