Ætla at endurnýta grótið í byrgingini

Ætla at endurnýta grótið í byrgingini
Sambært langtíðarløguætlanini verður byrgingin um Haraldssund gjørd í 2027 og 2028
Ætlanin er at endurnýta grótið í byrgingini um Haraldssund, og skal stórt grót brúkast, má tað takast úr einum grótbroti.
 
04.10.2021 - 10:13

Ikki er neyðugt at brúka grót úr bergholunum norður um Fjall til byrgingina í Haraldssundi.

Tað sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, sum hevur svarað Eyðgunn Samuelsen, løgtingskvinnu, um byrgingina í Haraldssundi.

Jørgen Niclasen sigur, at byrgingin, um er 350 metrar long og 20 metrar breið, er ongantíð gjørd liðug.

Landsverk fekk í 2008 pengar til at gera eina verkætlan, so byrgingin kundi gerast liðug. Arbeiðið var klárt at bjóða út tá. 

32 mió. kr.

Tað var mett at kosta 32 mió. kr.

Ikki er neyðugt at brúka bergholsgrót, tí ætlanin er at endurnýta tilfarið í verandi byrging.

Stórt grót skal eisini brúkast, men tað má takast úr einum grótbroti.

Jørgen Niclasen sigur, at sambært langtíðarløguætlanini verður byrgingin um Haraldssund gjørd í 2027 og 2028.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655