Stórur oljuleki út fyri kalifornisku strondini

Stórur oljuleki út fyri kalifornisku strondini
Huntington Beach er meint rakt, og oljulekin kann hava stórar vistfrøðiligar avleiðingar við sær
Orsøkin til oljulekan er ein illa farin oljuleiðing, sum er knýtt í ein oljuboripall út fyri kalifornisku strondini.
Mynd: RitzauScanpix  
 
04.10.2021 - 11:11

Ein stórur oljuleki er út fyri strondini í Kalifornia í USA , og hildið verður, at í minsta lagi 572.000 litrar av olju hava runnið út á sjógv.

Tað boða myndugleikarnir í Huntington Beach frá, skrivar NRK.

Sagt verður, at lekin hevur rakt Huntington Beach meint, og kann hava munandi vistfrøðiligar avleiðingar við sær á strondini og vátlendunum har um leiðir.

Orsøkin til stóra oljulekan er ein illa farin rørleiðing, sum er knýtt at oljuboripallinum Elly út fyri strondini. Sambært myndugleikum á staðnum fór oljan at leka leygardagin, áðrenn hon breiddi seg einar 17 fjórðingar.

Amerikanska sjóverjan og staðbundin feløg hava sent flogfør at fáa eitt yvirlit yvir, hvussu stórur lekin er. 

Bjargingartænastan er í ferð við at súgva oljuna upp úr sjónum.

Oljulekin kann fáa stórar avleiðingar fyri fuglalívið og vistfrøðina. (Mynd: RitzauScanpix)
 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 16. februar
Bolero - Bartok, Hindemith og Rota
187832
Sunnudag 16. februar
Guðstænasta úr Havnar kirkju
187830
Sunnudag 16. februar
Kallið: Vit mugu kenna ábyrgd
187771
Leygardag 15. februar
Jambalaja - 150225
187814
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 16. februar
Hondbóltur: VÍF - Kyndil, menn
187840
Sunnudag 16. februar
Guðstænasta úr Havnar kirkju
187829
Leygardag 15. februar
Hondbóltur: H71 - Neistin, kvinnur
187824
Fríggjadag 14. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187762
Fríggjadag 14. februar
Veðrið
187798