Grønland fær 1,7 mia. kr. úr ES

Grønland fær 1,7 mia. kr. úr ES
Peningurin skal brúkast til útbúgving og grønan vøkstur
Mute B. Egede, landsstýrisformaður í Grønlandi, sigur, avtalan við ES vísir, hvussu stóran týdning samstarvið við ES hevur.
 
06.10.2021 - 14:55

Næstu seks árini kann Grønland rokna við at fáa 1,7 milliardir krónur frá ES.

Og í Grønlandi ætla tey at brúka peningin til útbúgving og grønan vøkstur.

Frá 2014 til 2020 fekk Grønland árliga millum 200 og 230 milliónir frá ES, og tað er áleið sama upphædd, sum Grønland fær næstu árini.

Grønlendski landsstýrisformaðurin, Mute B. Egede, fegnast um avtaluna, og sigur í tíðindaskrivi, at avtalan er tekin um, hvussu umráðandi samstarvið við ES er. 

90 prosent av pengunum skulu brúkast til at menna og lyfta útbúgvingarøkið, tíggju prosent til at styrkja økið, sum tey rópa grønur vøkstur, og sum fevnir um eitt nú varandi orku.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Fríggjadag 9. oktober
RagnarRokk: Andreas Clark um One Of Us
214014
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040