Nú er J&K Petersen eisini sloppin upp í part

Nú er J&K Petersen eisini sloppin upp í part
Fyritøkurnar, sum eru undangóðkendar at bjóða upp á Fámjinstunnilin, eru Articon, J&K Petersen og MT Højgaard
Landsverk væntar, at sáttmálin um Fámjinstunnilin verður klárur fyrst í komandi ári
Mynd: Landsverk  
 
08.10.2021 - 13:05

Allar fyritøkurnar, sum hava søkt um undangóðkenning at gera Fámjinstunnilin, eru góðkendar at bjóða upp á verkætlanina.

Tað boðar Landsverk frá í dag. 

Fyritøkurnar eru Articon, J&K Petersen og MT Højgaard.

Fyritøkurnar fáa í næstum atgongd til sjálvt útbjóðingartilfarið, og eftir ætlan skulu tilboðini vera Landsverki í hendi fyrst í desember. 

Landsverk væntar, at klárt verður at gera sáttmála um arbeiði fyrst í komandi ári.

Søktu aftur

Hetta er aðru ferð, at søkt varð eftir fyritøkum til undangóðkenning til Fámjinstunnilin. 

Fyrra undangóðkenningin bleiv avlýst, tí Fíggjarmálaráðið fekk eina kæru frá J&K Petersen um, at ógreitt var, nær freistin til fyrra umfar var. 

J&K Petersen fekk viðhald í kæruni. 

1200 metrar

Nýggi tunnilin verður umleið 1200 metrar langur. 

Verkætlanin fevnir eisini um umleið 1000 metrar av landsvegi oman fyri Ørðavík og umleið 400 metrar oman fyri Fámjin.  Nýggjar íbindingar skulu eisini gerast oman fyri Ørðavík og Fámjin til gomlu farðleiðina upp um Ørðaskarð.

Samlaða vegalongdin verður umleið 2.600 metrar. 

Verkætlanin er mett at verða liðug í seinasta lagi á sumri 2024.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 22. september
Vitan
213630
Mánadag 21. september
Oyn dyst í senn
213583
Mánadag 21. september
Eitt annað lív
213582
Mánadag 21. september
Poppverturin 17
208471
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527