Okkara partur skal ikki liggja eftir

10.10.2021 - 11:57
ÍtrótturHondbóltur
Okkara partur skal ikki liggja eftir
Turið Arge Samuelsen og hinar á kvinnulandsliðnum fáa forkunnuga hondbóltsvitjan seinnapartin.

Føroyar og Danmark spæla í Høllini á Hálsi.

Og tað slepst ikki uttanum, at Sandra Toft, Anne Mette Hansen og hinar á danska kvinnulandsliðnum eru stórfavorittar at vinna dystin.

Tað vita tær eisini væl í føroyska landsliðshópinum.

Men tað er í øllum førum eitt, sum er umráðandi fyri tann føroyska hópin.

- Kunnu vit siga eftir dystin, at vit løgdu alla orku í avrikið, so kunnu vit vera nøgdar. Okkara partur skal ikki liggja eftir, sigur Turið Arge Samuelsen.

Sjónvarpið vísir dystin millum Føroyar og Danmark. Vit byrja at senda 16.05, sjálvur dysturin byrjar klokkan 16.15.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 5. mai
Plátupanelið #019 (Deep Cuts)
174644
Sunnudag 5. mai
Dansibandguðstænasta í Vági
174634
Sunnudag 5. mai
Rokk og ró 4. mai 2024
174636
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444