Sydney latið uppaftur

Sydney latið uppaftur
Eftir at hava verið stongdur í meir enn 100 dagar, lat avstralski býurin, Sydney, upp aftur í morgun
Nú ber aftur til at sleppa á barr í Sydney
Mynd: Scanpix  
 
11.10.2021 - 10:45

Venjingarhølir, matstovur og annað lat upp aftur í Sydney í dag, eftir at býurin hevur verið avstongdur í fýra mánaðir.

Orsøkin til, at býurin nú lat upp, er, at málið um at fáa koppsett 70 prosent av fólkinum í landspartinum er rokkið, upplýsa myndugleikarnir.

Í dag hevur linkaða støðan við sær, at fólk kunnu hava vitjan av tíggju fólkum samstundis, um tey øll eru koppsett. Samstundis kunnu 100 fólk koma saman til brúðarvígslur og jarðarferðir.

Fyri at fáa lut í linkaðu tiltøkunum, skulu fólk verða koppsett, er kravið frá myndugleikunum.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928