Gunnar Nielsen nevndur í sambandi við Newcastle yvirtøku

Gunnar Nielsen nevndur í sambandi við Newcastle yvirtøku
Gunnar Nielsen er ikki gloymdur í Onglandi og verður nú nevndur í sambandi við yvirtøkuna av Newcastle, sum fær nógva umrøðu í Onglandi av fleiri orsøkum
Gunnar Nielsen er ikki gloymdur í Onglandi
 
13.10.2021 - 20:00

Tað hevur vakt miklan ans, at ein saudiarabiskur statsgrunnur hevur keypt fótbóltsfelagið, Newcastle.

Serliga verður tosað um, at tað eru ivasamir pengar úr einum stati, har mannarættindini ikki verða vird, sum hevur fíggjað keypið.

Men tað verður eisini tosað um, hvussu yvirtøkan fer at ávirka Newcastle sum fótbóltsfelag, hvørjar leikarar felagið fer at keypa, hvør skal venja liðið, men eisini hvussu yvirtøkan av Newcastle fer at ávirka enskan fótbólt.

 

Gunnar Nielsen 

Gaman í, so hevur Gunnar Nielsen mist plássið á landsliðnum til Teit Gestsson, men Gunnar Neilsen er framvegis einasti føroyingur, ið hevur spælt í Premier League. 

Í Onglandi er hann heldur ikki gloymdur, tí í sambandi við yvirtøkuna av Newcastle, verður Gunnar Nielsen nú nevndur. 

Blaðið, Manchester Evening News, hevur nevniliga róð aftur á slóðina hjá Manchester City, sum í september 2008 bleiv yvirtikið av ríkmanninum, Sheikh Mansour, og síðani er vorðið eitt av heimsins bestu og ríkastu fótbóltsfeløgum. 

Har verður Gunnar Nielsen nevndur millum so frægar spælarar sum Vincent Kompany, Pablo Zabaleta og Robinho, tí Gunnar Nielsen var í roynd og veru millum fyrstu leikararnar, sum komu til Manchester City, eftir at Sheikh Mansour hevði keypt felagið. 

Í blaðnum verður Gunnar Nielsen lýstur sum ein eykamálmaður, sum Mark Hughes tók við sær úr Blackburn, tá Mark Hughes varð settur sum venjari í Manchester City.

Gunnar Nielsen - (Mark) Hughes brought the Faroe Islands native with him from Blackburn as a back-up goalkeeper and, like Glauber, Nielsen made just one appearance for the Blues, coming on for the injured Given in a game against Arsenal and keeping a clean sheet. He had loan spells with Wrexham and Tranmere Rovers before leaving City for Silkeborg in Denmark.

Her er greinin í Manchester Evening News

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 17. mai
Credo: Open doors
208404
Leygardag 16. mai
Jambalaja - 160526
208445
Leygardag 16. mai
Upp á tá - 150526
208444
Leygardag 16. mai
Vikan 16. mai 2026
208440
Leygardag 16. mai
Vikugesturin: Viðbrekin og viljasterk
208437
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 16. mai
Hondbóltur: Føroyar - Bosnia
208449
Fríggjadag 15. mai
Veðrið
208424
Fríggjadag 15. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208400
Hósdag 14. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
208366