Semingsstovnurin roynir semju millum bioanalytikarar og Lønardeildina

Semingsstovnurin roynir semju millum bioanalytikarar og Lønardeildina
Sáttmálin fór úr gildi fyri meira enn einum ári síðani
Semingsstovnurin er komin upp í sáttmálatrætuna millum Bioanalytikarafelagið og Lønardeildina í Fíggjarmálaráðnum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
15.10.2021 - 12:18

Semingsstovnurin er komin upp í samráðingarnar millum Lønardeildina og Bioanalytikarafelagið, sum samráðast um sáttmála fyri tann, sum var til 1.oktober í fjør.

Fríggjadagin í síðstu viku heittu partarnir á Semingsstovnin um at royna at loysa ósemjuna.  

Í hesari vikuni hevur Semingsstovnurin havt fundir við partarnar hvør sær.

Nær sjálv semingin byrjar, er ikki greitt enn.

40 limir

Stívliga 40 limir eru í Bioanalytikarafelagnum. Tey greina millum annað blóðroyndir í sjúkrahúsverkinum.

Í gjár høvdu Lønardeildin og Starvsfelagið samráðingarfund.

Næsti fundur verður fríggjadagin í næstu viku. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Leygardag 7. november
Upp á tá - 061126
216062
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 7. november
Talvið um Tinganes (1:2) - teknmálstulkað
216066
Leygardag 7. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216058
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011