- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fara nú undir stjórnartingingar í Týsklandi
Sosialdemokratiski flokkurin, SPD, Tey grønu og liberali flokkurin FDP, eru samd um at fara undir veruligar samráðingar um samgongustjórn eftir valið í Týsklandi 26. september.
Tað skriva týskir miðlar.
Flokkarnir eru samdir um fleiri kjarnuøki, sambært skjølum, sum Reuters hevur fingið hendur á, m.a. veðurlagsbroytingum.
Sambært skjølunum, eru teir samdir um at gevast við kolorku í 2030. Málið hevur higartil verið at gevast við allari kolorku fyri 2035.
Vindorka og sólkyknur
Skjølini vísa eisini, at flokkarnir eru samdir um at nýta tvey prosent av øllum lendi til vindorkuverk, at seta sólkyknur á allar tekjur, sum kunnu brúkast til tað, og at stytta tíðina til tilrættalegging og loyvi niður í helvt.
- Vit eru samd um ein tekst frá samrøðunum, sum hava verið, sigur formaðurin fyri SPD og kanslaraevni, Olaf Sholz, eftir fleiri innleiðandi samrøður.
- Hetta er greitt tekin um, at ein stjórn, sum vil tryggja framburð, kann verða skipað í Týsklandi, sigur Sholz.
Formenninir í teimum trimum flokkunum boðaðu í dag frá, at teir fara undir samráðingar at skipa stjórn, skrivar Der Spiegel.
Innleiðandi samrøðurnar eftir valið 26. september enda sostatt fyrr enn væntað, og flokkarnir taka nú næsta stigið móti eini samgongu, skrivar NTB.