Kinesiski forsetin fer ikki á veðurlagstoppfund

Kinesiski forsetin fer ikki á veðurlagstoppfund
Stúrt verður fyri, at Kina fer ikki at góðtaka, at málsetningurin í veðurlagsmálum verður broyttur
Xi Jingping, forseti í Kina, ætlar sær ikki á veðurlagsfundin í Glasgow.
 
17.10.2021 - 10:39

Kinesiski forsetin, Xi Jingping, verður ikki við á ST-veðurlagsráðstevnuni í Skotlandi í næsta mánaði, skrivar The Times.

Blaðið sigur seg vita, at Boris Johnson, forsætisráðharri, hevur fingið boð um hetta frá kinesisku myndugleikunum.

Bretland er vertur fyri 26. ráðstevnuni um veðurlagsbroytingar, COP 26, sum verður í Glasgow frá 31. oktober til 12. november.

Times endurgevur ónevndar keldur fyri at siga, at tað er greitt, at kinesiski forsetin kemur ikki til Glasgow, og tað hevur forsætisráðharrin fingið at vita.

Blaðið skrivar, at henda avgerðin hevur fingið tey, sum leggja ráðstevnuna til rættis, at stúra fyri, at Kina fer ikki at góðtaka, at málsetningurin í veðurlagsmálum verður broyttur.

Fleiri enn 100 ríkis- og stjórnarleiðarar vera við á veðurlagsráðstevnuni.

Sambært París-avtaluni, sum varð gjørd í 2015, skulu heimsins lond fimtahvørt ár herða málini fyri CO2-útlát. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 18. august
Ja ella nei til ES?
211969
Týsdag 18. august
Ung lesa 7.partur - Kroppur og Sálarlív
210836
Mánadag 17. august
Poppverturin 12
208466
Mánadag 17. august
Fótbóltsprát: Troyttir KÍ'arar
211911
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970
Mánadag 17. august
Veðrið
211923
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847