Góvu norðmonnum skarpan gang

17.10.2021 - 12:09
ÍtrótturHondbóltur
Góvu norðmonnum skarpan gang
Norska felagið vann tepran sigur á H71, 24-22
Pauli Mittún var toppskorari hjá H71, men var ikki nøgdur við úrslitið.

Menninir hjá H71 spældu í gjár móti norska felagnum, Drammen,  sum var triðfremst í norsku kappingini seinasta kappingarár.

Hoyvíkingar góvu norðmonnum skarpan gang, men norska felagið vann tepran sigur 24 - 22. Hálvleiksstøðan var 10 - 10.

Pauli Mittún, sum var toppskorari hjá H71, skeyt sjey mál. Hann er sera vónbrotin um úrslitið.

Hoyr samrøðubrot við Paula Mittún við at trýsta á pílin. 

Menninir hjá H71 royndu seg fyri fyrstu ferð í evropeiskum dystum í fyrraárið, har tað eydnaðist at vinna annan dystinímóti slovenska, RK Maribor Branik.

Mansliðið skal hitta norska liðið aftur sunnudagin í Noregi. Dysturin verður kl. 16 føroyska tíð, og verður helst stroymdur á heimasíðuni hjá EHF. Meira verður at frætta um tað á heimasíðuni hjá H71.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444