Nógv koyra og tosa í handhildnari telefon

Nógv koyra og tosa í handhildnari telefon
Í fjør hevði politiið 373 mál um handhildnar telefonir, meðan koyrt verður. Higartil í ár eru tey 263. Talið av málum skal vera null, ætlar Ráðið fyri ferðslutrygd
Nýtt átak hjá Ráðnum fyri ferðslutrygd skal steðga, at fólk framhaldandi tosað í handhildnarni telefon, meðan tey koyra
Mynd: Ráðið fyri ferðslutrygd  
 
18.10.2021 - 08:00

Nógv fólk tosa í telefon, sum tey hava í hondini, meðan tey koyra bil.

Í fjør hevði politiið 373 mál um handhildnar telefonir. Higartil í ár eru tey 263.

Í 2018 vóru tey 432 og í 2019 247.

Tað sigur Ráðið fyri ferðslutrygd, sum í dag fer undir átak um gáloysni í ferðsluni.

Tað verður gjørt saman við Trygd og Betri trygging. 

 

Filmur skal broyta atferðin

Ein filmur er gjørdur um átakið, sum skal minna fólk á, at tá tey koyra bil, eiga tey bara at koyra bil, einki annað.

Tey skulu ikki lata eitt nú telefonina órógva seg. 

Bilførarar fáa 1000 kr. í sekt, verða teir tiknir fyri at brúka handhildna telefon, meðan teir koyra. 

 

Mæla til strangari revsing

Í Danmark er sektin 1.500 kr. og klipp í koyrikortið, um tú verður tikin fyri at koyra og tosa í fartelefon, sum tú heldur í hondini. 

Í Ferðslutrygdarætlanini fyri Føroyar 2019-2027 verður mælt til at geva klipp í koyrikortið.

Í kanning, sum Lóður gjørdi fyri Ráðið fyri ferðslutrygd, hildu 47 prosent av teimum spurdu, at gáloysni er onnur størsta orsøk til skaðar í ferðsluni.

Bara ov nógv ferð er ørsøkin til fleiri skaðar enn gáloysni.

 

Fimti hvør er gáloysin

Í somu kanning segði fimti hvør seg javnan brúka handhildna telefon meðan tey koyrdu bil.

Frá í dag og næstu tríggjar vikurnar fer politiið at kanna telefonnýtslu í ferðsluni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Mikudag 14. oktober
Dansival 14. oktober 2026
214783
Mikudag 14. oktober
Vágskálin: Bersøgin og viljasterk kvinna
213902
Mikudag 14. oktober
Mono - 2. sending - 141026
214779
Mikudag 14. oktober
1. partur: Áðrenn og aftaná
214704
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214755
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655