Ætla at menna eina norðurlendska koronutilbúgving

18.10.2021 - 16:38
Innlendis›Heilsa
Ætla at menna eina norðurlendska koronutilbúgving
Norðurlandahúsið verður 25. november karmur um eina koronuráðstevnu, har ætlanin er at menna eina koronutilbúgving

Ein norðurlendsk koronuráðstevna verður í Føroyum 25. november.

Kaj Leo Holm Johannesen, gleðist um, at Føroyar enn einaferð verður karmur um eina norðulandska ráðstevnu um Korona.

Tað er enn sera viðkomandi at hava eina slíka ráðstevnu, eisini soleiðis at vit eru fyrireikaði til aðrar farsóttir, ið møguliga koma í framtíðini, sigur landsstýrismaðurin.

Ætlanin er at menna eina norðurlendska tilbúgvingarætlan fyri farsóttir, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, landstýrismaður í heilsumálum.

Ein talgild ráðstevna var í fjør, har millum annað aðalskrivarin hjá Heimsheilsustovninum í Evropa var við.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 23. november
Norðurljóð 23.november 2026
216515
Sunnudag 22. november
Bolero 22. november 2026
216781
Sunnudag 22. november
Guðstænasta út Gøtu kirkju
216780
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 23. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216867
Mánadag 23. november
Veðrið
216858
Sunnudag 22. november
Jóla- og stuðulskonsert hjá Barnabata 2026
216851
Sunnudag 22. november
Andaktin
216792
Sunnudag 22. november
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
216793