Ivasama veðrið ávirkar fiskiskapin undir Føroyum

Ivasama veðrið ávirkar fiskiskapin undir Føroyum
Streymurin er nakað harður, og veðrið heldur ivasamt, hesa vikuna, og tí verður ikki roknað við nógvum útróðri, skrivar Fiskamarknaðurin
Mynd: Savnsmynd  
 
20.10.2021 - 07:37

Trý línuskip eru til fiskiskap. Tvey við Føroyar og eitt við Ísland. Tey fáa tosk, hýsu, longu og brosmu. 

Tvey minni línskip eru undir Føroyum. Tey fáa mest tosk og hýsu, og flestu frystilínuskipini eru úti.

Tað skrivar Fiskamarknaður Føroya í meting fyri fiskiskapin hesa vikuna.

 

Harður streymur

Viðvíkjandi útróðri, so verður streymurin nakað harður og veðrið heldur ivasamt hesa vikuna, og tí verður ikki roknað við nógvum útróðri.  

Fiskiskapurin hjá útróðrarbátunum er smáligur, og teir fáa mest av hýsu.

Ein djúpvatnstrolari fiskar kongafisk, - hin liggur við bryggju. 

 

Partrolarar til fiskiskap

Flestu partrolararnir eru til fiskiskap. Pørini fiska upsa og so nakað av hjáveiðu, og tey fáa lítið.

Allir trolbátarnir liggja við bryggju, men møguliga fer onkur út í vikuni.

Og so eru tað garnaskipini. Tvey fiska svartkalva, og fiskiskapurin er vánaligur.  

Eitt fiskar havtasku, og hevur brúkiligan fiskiskap, skrivar Fiskamarknaðurin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928