Nýtt frábrigdi av koronuvirusi staðfest

Nýtt frábrigdi av koronuvirusi staðfest
Bretar halda, at hetta virusið er meira harðført, men danskir granskarar stúra ikki so illa fyri frábrigdinum
Nýggja deltafrábrigdið hevur fingið navnið AY.4.2.
 
20.10.2021 - 15:40

Eitt nýtt deltafrábrigdi av koronavirusi er staðfest. Bretar halda, at hetta virusið er meira harðført, enn onnur frábrigdi.

Nýggja deltafrábrigdið hevur fingið navnið AY.4.2.

Talið á koronasmittaðum í Onglandi er vaksið nógv í oktober, og roknað verður við, at seks prosent av teimum smittaðu, eru smittað av hesum nýggja frábrigdinum.

Granskarar á Serumstovninum í Danmark hava í longri tíð kannað júst hetta frábrigdið, og Anders Fomsgaard, yvirlækni og granskari á Serumstovninum, sigur við TV2, at tey í Danmark eru fremst í granskingini av júst hesum frábrigdinum.

Danir stúra ikki so illa

Danski granskarin er tó ikki so bangin fyri nýggja frábrigdinum, sum enskir granskara eru. Anders Fomsgaard vísir á, at enn er einki í granskingini, sum bendir á, at tey kenna seg noydd at ávara serliga um hetta frábrigdið. Hann sigur tó, at frábrigdið verður framvegis kannað.

Fyrstu ferð, hetta frábrigdið varð funnið í Danmark, var 4. august, og higartil eru 262 fólk í Danmark smittað av hesum frábrigdinum.

Francois Balloux, professari á University College London's Genetics Institute, sigur, at AY.4.2 smittar upp til 10 ferðir verri enn onnur frábrigdi.

Tað er tó ikki so nógv sum alfa- og deltafrábrigdið, sum smittaðu 50 - 60 ferðir verri enn onnur frábrigdi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329