Fólk tíma ikki koronu longur

21.10.2021 - 10:33
Innlendis›Heilsa
Fólk tíma ikki koronu longur
Bara fimtihvør letur seg kanna annan dagin eftir, at tey eru komin til landið
Lars Fodgaard Møller, landslækni, sigur, at bara fimtihvør letur seg kanna annan dagin eftir at vera komin til landið.

Alt bendir á, at fólk tíma ikki koronu longur, og at tey lata standa til.

Lars Fodgaard Møller, landslækni, sigur, at foreldur lata børnini fara í skúla, hóast tey hava fingið boð um at hava børnini í sóttarhaldi.

Smittutalið er størri enn nakrantíð, og nógv eru framvegis ikki koppsett.

Bara fimtihvør letur seg kanna annan dagin eftir at vera komin til landið.

Nokta fólk at fylgja boðum um sóttarhald, kunnu myndugleikarnir einki gera, tí talan er bara um tilmæli, sigur Lars Fodgaard Møller.

Tey hava heldur ikki loyvi at boða skúlanum frá, um børn, sum eiga at vera í sóttarhaldi, kortini koma í skúla.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334