Handilsflotin noyðist at laga seg til herd krøv

22.10.2021 - 18:00
InnlendisUmhvørvi
Handilsflotin noyðist at laga seg til herd krøv
Broytingarnar hava verið á veg í eina tíð, sigur Jens Meinhard Rasmussen, formaður í felagnum fyri føroysk farmaskip
Norrøna er eitt av skipunum, sum skulu lúka herdu krøvini.

Føroysku handilsskipini verða noydd at laga seg til herdu krøvini um dálking, um tey ætla at halda fram við virkseminum.

Tað sigur Jens Meinhard Rasmussen, formaður í felagnum føroysk handilsskip, nú sjóferðslufelagið, IMO, hevur hert krøvini.

Fyri Føroyar merkir avgerðin, at umleið 20 skip, sum eru bygd áðrenn 2013, og sum eru størri enn 5.000 tons, skulu minka sítt útlát við í minsta lagi 16 prosentum, og tað skal gerast í seinasta lagi í 2026.

Broytingarnar hava verið ávegis í eina tíð, sigur Jens Meinhard Rasmussen.

Útlátið skal minka 50 prosent

IMO hevur samtykt, at samlaða útlátið frá altjóða skipaferðsluni í 2050 skal vera 50 prosent lægri enn útlátið í 2008.

Avtalan sum var samtykt í summar, fær gildi 1. november næsta ár, og 1. januar 2023 skulu øll skip virka eftir nýggju krøvunum, og hava gjørt eina ætlan fyri, hvussu tey ætla at røkka málinum.

Roknað verður við, at ES fer at herða krøvini meir enn IMO hevur gjørt. Tað verður eisini galdandi fyri Føroyar, tí føroyska handilsskipavinnan er virkin á ES-marknaðinum, og tískil eisini bundin av ES-reglum.

Hoyr samrøðu við Jens Meinhard Rasmussen í útvarpstíðindunum.

Jens Meinhard Rasmussen er formaður í felagnum fyri føroysk handilsskip. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 3. mai
Morgunlestur fríggjadagur 3. mai 2024
174293
Hósdag 2. mai
RagnarRokk 2.mai 2024
173786
Nýggjastu sendingar í SV