Suðuroyartunnilin kann gerast munandi bíligari

22.10.2021 - 17:58
InnlendisSamfelag
Suðuroyartunnilin kann gerast munandi bíligari
Tað er ikki neyðugt at leggja 50 prosent aftrat kostnaðinum, sigur formaðurin í nevndini, sum gjørdi frágreiðingina um Suðuroyartunnilin í 2019
Bergur Poulsen er formaður í Eystur- og Sandoyartunlum.

Suðuroyartunnilin kann gerast munandi bíligari enn tað, sum Landsverk metir.

Tað sigur Bergur Poulsen, nevndarformaður í Eystur- og Sandoyartunlum.

Hann var formaður í bólkinum, sum legði uppskot fram um Suðuroyartunnil fyri góðum tveimum árum síðani.

Tá segði bólkurin, at Suðuroyartunnilin kann gerast fyri tríggjar milliardir. Og hann heldur, at tann kostnaðarmetingin hevði hildið rættiliga væl eisini í dag.

Landsverk hevur lagt 50 prosent aftrat kostnaðinum.

Bergur Poulsen ásannar, at um teirra arbeiðsbólkur eisini hevði lagt 50 prosent aftrat kostnaðinum, hevði prísurin nærkast prísinum hjá Landsverki. Men hann heldur ikki, at tað er neyðugt at leggja 50 prosent aftrat.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 21. mai
Góðan morgun Føroyar 21.05.24
175349
Týsdag 21. mai
Norðurljóð 20. mai 2024
175334
Týsdag 21. mai
Morgunlestur týsdagur 21. mai 2024
175324
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 21. mai
Veðrið
175373
Mánadag 20. mai
Suð í Keypmannahavn
175066
Mánadag 20. mai
Hvítusunna: Derhard Jógvansson
175303