Elsebeth hevur fult álit á stýrisformanninum í Bústøðum

23.10.2021 - 18:10
InnlendisPolitikkur
Elsebeth hevur fult álit á stýrisformanninum í Bústøðum
Landsstýriskvinnan sigur, at eingin avgerð er tikin um byggiverkætlanina
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  

Landsstýriskvinnan í Bústaðarmálum, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur hevur fult álit á stýrisformanninum í Bústøðum. 

Í Dag og Viku í gjár kom fram, at Regin Hammer, stýrisformaður í Bústøðum, hevur sent tíðindaskriv út um ein búfelagsskap í KLaksvík, sum er ávegis.

Men starvsfólkini í Bústøðum kenna onki til verkætlanina, og Almannaverkið, sum byggjast skal til, hevur ikki tørv á hesum.  

Sambært Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur er eingin avgerð tikin um byggiverkætlanina. 

Trýst á pílin undir myndina fyri at hoyra alla samrøðuna við Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444
Týsdag 30. apríl
Mett fyri minni (1:3) - teknmálstulkað
174432
Týsdag 30. apríl
70 metra dýpi - teknmálstulkað
174431