300.000 sviar mist luktisansin

300.000 sviar mist luktisansin
Sviar í hundraðtúsundatali leita sær hjálp, tí teir hava mist luktisansin av koronu
300.000 sviar hava mist luktisansin av koronu
Mynd: shutterstock.com  
 
25.10.2021 - 10:36

Umleið 300.000 sviar hava mist luktisansin eftir at hava havt koronu, og fleiri túsund leita sær hjálp fyri trupulleikan, skrivar NTB.

Svøríki hevur tveir stovnar, sum hjálpa fólki, ið hava trupulleikar við at lukta og smakka.

Talan er um universitetssjúkrahúsið í Huddinge og í Lund.

Stovnurin í Huddinge læt upp í september, meðan stovnurin í Lund hevur verið í fleiri ár.

Sviar, Svøríki

Frítekst tagging: 

 

Úr at gera síðani korona

Og nógv fólk hava vitjað stovnin, síðani korona byrjaði.

"Vit fáa vitjan av fólki úr øllum landinum og hava úr at gera," sigur Charlotta Cervin-Hoberg, sum kannar fólk.

"Tað eru ymisk viðurskifti, sum kunnu ávirka smakk og lukt, men nú er í stóran mun talan um fólk, sum hava havt koronu," sigur hon.

Covid-19 kann hava við sær, at fólk missa bæði smakki- og luktisans, men tað hendir eisini, at luktisansurin broytist, so ymiskt, sum vanliga luktar væl, luktar illa, sigur svenska Eva Høglund, sum hevur leitað sær hjálp, fyri at fáa vanliga smakki- og luktisansin aftur.

Hon fekk koronu í apríl í fjør.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 25. juli
Radio Stjernekilde - Partur 10
209140
Fríggjadag 24. juli
Vikuskiftið 24. juli 2026
211275
Fríggjadag 24. juli
Praktikanturin #21: Tilda West
211268
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. juli
Veðrið
211272
Týsdag 21. juli
Veðrið
211182
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098