Ber til at steðga vøkstrinum í smittutilburðum

27.10.2021 - 13:42
Innlendis›Heilsa
Ber til at steðga vøkstrinum í smittutilburðum
Landslæknin hevur fingið hjálp frá løgregluni at smittuspora koronutilburðir
Lars Fodgaard Møller, landslækni, sigur, at smittusporingin er avgerandi, skal tamarhald fáast á smittuni.

Umleið 70 fólk aftrat eru smittað av koronu, og tað er serliga í Klaksvík, at smittan enn ger um seg.

Hóast smittan er vaksin nógv seinastu tíðina, er landslæknin bjartskygdur um, at tað fer at eydnast at steðga vøkstrinum av tilburðum.

Landslæknin hevur fingið hjálp frá løgregluni at smittuspora.

Smittusporingin er avgerandi fyri, um tamarhald skal fáast á smittuni, sigur Lars Fodgaard Møller, landslækni, sum var í Breddanum fyrrapartin.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 16. november
Norðurljóð 16.november 2026
215027
Sunnudag 15. november
Bolero - Niels V. Gade
216433
Sunnudag 15. november
Guðstænasta í Haldarsvíkar kirkju
216428
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 16. november
Veðrið
216486
Mánadag 16. november
Bygdarliv 4 – Eiði
216470
Sunnudag 15. november
Møti
216442
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214