Krógvaðu 7,7 mió. kr. í frystigóðsi til Grønlands

Krógvaðu 7,7 mió. kr. í frystigóðsi til Grønlands
Hundar hjálptu tollvaldinum í Danmark at finna pengarnar
Danska tollvaldið fann 7,7 mió. kr. í frystigóðsi, sum skuldi til Grønlands.
 
27.10.2021 - 16:19

Tollmyndugleikarnir í Danmark funnu herfyri 7,7 milliónir krónur, sum vórðu krógvaðir í frystigóðsi,  ið skuldi sendast til Grønlands, skrivar TV2.

Tollvaldið hevur í dag boðað frá, at tað var miðskeiðis í oktober, at teir funnu pengarnar.

Eftirlitskanningar vórðu gjørdar av nøkrum plattum við frystivørum, sum skuldu til Grønlands. Tollskjølini vóru í lagi, og í fyrsta umfari, tá ið tollararnir hugdu at pakkunum, sá ikki út til, at nakað illgrunasamt var á vási. 

Men við hjálp frá hundum, sum eru vandir til uppgávuna, og fleiri skanningum, eydnaðist tað tollvaldinum at finna pengarnar. Teir lógu væl krógvaðir í frystigóðsinum.

Upplýst verður ikki, hvaðani pengarnir eru komnir frá.

Løgreglan í Grønlandi arbeiðir nú víðari við málinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. juli
Tónleikur í 13 øldir (2:10)
210346
Sunnudag 12. juli
Søgan um Johnny Cash 2.partur
210678
Leygardag 11. juli
HM-tíðindi 11. juli 2026
210819
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815