Biltunnil undir miðbýnum í Havn spøkir enn

Biltunnil undir miðbýnum í Havn spøkir enn
Tórshavnar býráð skal í kvøld taka støðu til, um 500.000 krónur skulu játtast til eina verkætlan við at byggja ein biltunnil undir miðbýnum í Havn
Biltunnilin skal byrja við Skálatrøð
Mynd: Savnsmynd  
 
28.10.2021 - 11:44

Ætlanin um tunnil undir miðbýnum í Havn til bilpláss er til enn.

Býráðið skal í kvøld taka støðu til eitt uppskot um at seta ein innanhýsis arbeiðsbólk at gera yvirskipaða tørvslýsing, fáa ráðgeva at gera skitsuprojekt og kostnaðarmeting og játta 500.000 kr. til hetta.

Sambært upprunaliga uppskotinum, sum var samtykt í mai 2019, er tunnilin við Skálatrøð ein kilometur langur. Har verður pláss fyri 700 bilum.

Síðani hevur umsitingin hjá kommununi arbeitt við eini ætlan um at gera ein tunnil á Eystara havnarøki, inn frá Havnargøtu, til 200 bilar.

 

Hjálp frá privatum at fíggja

Arbeitt var saman við privatum um verkætlanina, millum annað um møguleikan at fíggja tunnilin.

Hetta arbeiðið steðgaði, tá tað gjørdist greitt, at privatu aktørarnir ikki vildu vera við, um ikki gjald fyri at parkera eisini var sett í gildi uttan fyri tunnilin. 

Á Skálatrøð vóru stórar avbjóðingar í sambandi við atkomu til og frá tunlinum og í sambandi við brunatrygd. 

Men politiskt ynski er um at gera kjarnuboringar á Skálatrøð. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 22. juni
Poppverturin 4
208456
Mánadag 22. juni
RagnarRokk: Aslak Bjørn um Bauta
209100
Mánadag 22. juni
Morgunlestur mánadagur 22.juni 2026
209938
Sunnudag 21. juni
Bolero 21. juni 2026
209994
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 22. juni
Veðrið
210033
Leygardag 20. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2026
209980
Leygardag 20. juni
Video: 10mf, jóansøka 2026
209976
Leygardag 20. juni
Video: 6mf kvinnur, jóansøka 2026
209974