Havnin væntar 920 mió. kr. í kommunuskatti næsta ár

Havnin væntar 920 mió. kr. í kommunuskatti næsta ár
Tórshavnar býráð fer í kvøld at hava fyrru viðgerð av uppskotinum um fíggjarætlan fyri 2022, sum vísir, at samlaða inntøkan hjá kommununi verður 1,149 mia. kr.
Tórshavnar býráð væntar sær inntøkur fyri 1,148 mia. kr. næsta ár
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
28.10.2021 - 11:56

Úrslitið hjá Tórshavnar kommunu verður 197,1 millión krónur fyri avdráttir og íløgur í 2022 sambært uppskotinum um fíggjarætlan, sum Tórhavnar býráð fer at viðgera fyrru ferð í kvøld.

Avlop til skattafíggjaðar íløgur verður 169,2 mió.kr. 

Skattaprosentið verður tað sama sum í ár, 19, og barnafrádrátturin 8.000 kr. 

 

47 mió. kr. meira í skatti

Roknað er við sløkum 47 milliónum krónum meira í kommunuskatti næsta ár enn í ár. Roknað er við 920 mió. kr. næsta ár.

Intøkan hjá Tórshavnar kommunu verður ein milliard og 148 milliónir næsta ár, væntar kommunan sjálv.

Lániskuldin hjá Tórshavnar kommunu eru 227 mió.kr. Av teimum 227 eru 217 milliónir eru knýttar at Tórshavnar havn.

 

Lána 57 mió. kr. til URD

Í fíggjarætlanini fyri 2020 eru 57 milliónir krónur í láni til endurvenjingardepilin URD.

Tað lánið er ikki tikið enn.

Seinna viðgerðin verður 25.november.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 22. september
Vitan
213630
Mánadag 21. september
Oyn dyst í senn
213583
Mánadag 21. september
Eitt annað lív
213582
Mánadag 21. september
Poppverturin 17
208471
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527