Smittan breitt seg til miðstaðarøkið

Smittan breitt seg til miðstaðarøkið
Suðurstreymoy er nýggi miðdepilin fyri útbrotið av koronusmittuni, sum er í Føroyum í løtuni. Tað vísa hagtølini hjá Landslæknanum
Smittutalvan hjá Landslæknanum staðfestir, at miðøkið fyri koronuútbrotið nú er í Suðurstreymoy
Mynd: corona.fo  
 
01.11.2021 - 22:20

Seinastu vikurnar hava vit hoyrt um, at tað serliga er í norðurøkinum, at smittuútbrotið av koronu er. 

Men nýggjastu tølini frá Landslæknanum vísa, at smittan nú hevur flutt seg til miðstaðarøkið.

Av teimum 67 smittaðu í gjár, so búðu tey 42 í Suðurstreymoy. 

Tølini vísa eisini, at Eysturoyggin enn er hart rakt, tí har eru 14 tilburðir. 

 

Trý deyð við koronu

Landslæknin boðar eisini frá, at ein afturat er deyður við koronu, so nú er deyðstalið í Føroyum trý. 

Í løtuni eru 730 smittað í Føroyum.

11 eru innløgd. 

Í oktober vórðu 1.025 nýggir tilburðir staðfestir.

Hetta svara til 46% av samlaðu tilburðunum undir allari farsóttini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skratsj 21. oktobur 2026
215146
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028