Nú verður leiðsluskifti í svenska javnaðarflokkinum

Nú verður leiðsluskifti í svenska javnaðarflokkinum
Landsfundurin, sum byrjar í dag, skal enda við, at Magdalena Andersson verður nýggj forkvinna í flokkinum og fyrsti kvinnuligi forsætisráðharrin í Svøríki
Magdalena Andersson verður nýggj forkvinna í svenska javnaðarflokkinum og fyrsti kvinnuligi forsætisráðharrin í Svøríki.
 
03.11.2021 - 08:46

Í dag byrjar landsfundurin hjá svenska javnaðarflokkinum, og hann skal eftir ætlan enda við, at 54 ára gamla, Magdalena Andersson, verður vald til forkvinnu í flokkinum eftir Stefan Løfven, og verður vald til fyrsta kvinnuliga forsætisráðharra í Svøríki.

Hon hevur verið fíggjarmálaráðharri seinastu árini.

Stefan Løfven hevur verið kendur sum ein hóvligur samráðingarleiðari, sum hann hevur frá síni drúgvu tíð í svenskum fakfelagspolitikki.

Ótolin av lyndi

 Magdalena Andersson er hinvegin kend fyri at vera nærum fyrilitaleys, og vil hava viðurskifti at henda skjótt. Men hon er lættsint og skjót niður aftur á jørðina, um hon verður óð.

Politiska landslagið í Svøríki er ein stór avbjóðing, tí bara ein flokkur er í stjórn saman við javnaðarflokkinum, og Magdalena Andersson fær til uppgávu at hava stjórnina sitandi, til val verður næsta ár.

Hon verður noydd at sigla ímillum skerini, til val verður í september, næsta ár, skrivar SVT, svenska kringvarpið.

Tað kom óvart á, at Stefan Løfven í august boðaði frá, at hann fór at gevast í politikki, men hann mælti sjálvur til at velja Magdalenu Andersson í sín stað, og hon hevur fulla undirtøku í flokkinum, nú landsfundurin byrjar.

Bæði eru vaksin upp í svenska arbeiðaraflokkinum. Løfven er sveisari, og var formaður fyri eitt stórt fakfelag. Andersson byrjaði sítt politiska virksemi sum politiskur ráðgevi hjá Gøran Persson, forsætisráðharra, í 1996.

Heimsins besti fíggjarmálaráðharri

Tað var Stefan Løfven, sum heitti á hana um at gerast fíggjarmálaráðharri í stjórnini, og samstarvið teirra millum hevur gingið væl.

Tað hevur gingið væl undir hennara leiðslu á fíggjarøkinum, og fýra ár á rað var avlop, líka til koronakreppan fór at gera um seg.

Sjálv sigur hon seg ansa væl eftir pengunum, og Stefan Løfven hevur sagt um hana, at hon er heimsins besti fíggjarmálaráðharri.

Ríkisdagurin skal góðkenna hana sum fyrsta kvinnuliga forsætisráðharra í Svøríki.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 1. juni
Við Tórði á túri í Edinburgh
209154
Mánadag 1. juni
Poppverturin 1
208461
Mánadag 1. juni
Morgunlestur mánadagur 1.juni 2026
208839
Sunnudag 31. mai
Bolero
209059
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 1. juni
Veðrið
209155
Sunnudag 31. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
209050
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 5 mf gentur 17-18
209045
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 6 mannafør kvinnur
209044
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 5 mf dreingir 17-18
209043