Afturberingin fyri filmsgerð eigur at vera fýra milliónir krónur

Afturberingin fyri filmsgerð eigur at vera fýra milliónir krónur
Stýrið og leiðari í Filmshúsinum heita í brævi á Fíggjarnevndina hjá løgtinginum at hækka afturberingina fyri filmsgerð munandi
Upptøkurnar av Trom í Sandágerði í Havn. Afturberingin má hækka, um fleiri sovornarn upptøkur skulu síggjast í Føroyum
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
04.11.2021 - 08:57

Afturberingin til filmsgerð, sum nú er 200.000 kr. um árið, eigur at hækka upp í fýra milliónir um árið. 

Tað siga stýrið og leiðarin í Filmshúsinum í brævi til Fíggjarnevndina hjá løgtinginum.

Sambært afturberingarskipanini kunnu útlendingar, sum gera film í Føroyum, fáa fjórðingin av útreiðslunum úr landskassanum.

So leingi játtanin er 200.000 kr. kunnu útlendingar brúka 800.000 kr. til filmsgerð í Føroyum, um tey vilja hava afturbering.

Men er játtanin fýra milliónir, kunnu 16 milliónir brúkast í Føroyum.  

Filmshúsið mælir eisini til, at 1.oktober hvørt ár verður gjørt upp, hvussu nógv er brúkt og hvussu nógv er eftir, so peningurin, sum ikki verður verður nýttur til afturbering til filmsvinnuna, fer aftur í landskassan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 11. juli
Radio Stjernekilde - Partur 8
209134
Fríggjadag 10. juli
Vikuskiftið 10. juli 2026
210790
Fríggjadag 10. juli
HM-tíðindi 10. juli 2026
210774
Fríggjadag 10. juli
RagnarRokk: Oskar Cedermalm um Masterflow
209119
Hósdag 9. juli
RagnarRokk 9.juli 2026
209721
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815