Jørgen Niclasen: Eingin Sandoyartunnil, eingin Eysturoyartunnil

Jørgen Niclasen: Eingin Sandoyartunnil, eingin Eysturoyartunnil
Eysturoyartunnilin var neyvan komin, var hann ikki knýttur at Sandoyartunlinum. Tað staðfestir landsstýrismaðurin í samferðslumálum í svari til løgtingsmann
Tað ber ikki til at skilja Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin sundur, sigur landsstýrismaðurin í svari til tingmann
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
09.11.2021 - 07:30

Jaspur Langgard, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, ið býr á Nesi, spurdi Jørgen Niclasen, landsstýrismann í bæði fíggjar- og samferðslumálum, hvussu stórt tunnilsgjaldið í Eysturoyartunlinum hevði verið, um hann bara skuldi fíggja seg sjálvan og ikki eisini Sandoyartunnilin.

Jørgen Niclasen svarar avgjørdur, at Eysturoyartunnilin var neyvan komin, var hann ikki knýttur at Sandoyartunlinum.

Jørgen Niclasen sigur, at innskotið frá landinum til báðar tunlarnar varð tikið av løgujáttanini hjá landinum til Sandoyartunnilin.

Landið hevði einki sett av í langtíðarløguætlanini til Eysturoyartunnilin.

Ber ikki til at siga

Ikki ber til at siga neyvt, hvussu nógv tað hevði kostað at koyrt í Eysturoyartunlinum, um eingin Sandoyartunnil var, sigur Jørgen Niclasen.  

Í løtuni bendir einki á, at brúk verður fyri fleiri lánum til Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin.

Eysturoyartunnilin kostar hálvaaðru milliard krónur og Sandoyartunnilin 1,2 milliardir.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. november
Bolero - satsir nr 2 úr symfonium.
215719
Sunnudag 1. november
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
215718
Sunnudag 1. november
Filosofiskur 6.partur
215646
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688