- Tíðindi, mentan og ítróttur
Putin: Russland noyðist at brúka fleiri pengar til verjuendamál
Russland er noytt at nýta fleiri pengar til verjuendamál, og serliga at leggja dent á loftverjuna.
Tað segði russiski forsetin, Vladimir Putin, tá hann hiti herleiðarar og vápnaframleiðarar í russiska býnum, Sotji.
Sambært Putin er NATO beinleiðis orsøkin til, at Russland má økja um verjuna, tí virksemið hjá NATO kemur alsamt tættari at russiska markinum.
- Nú er eitt amerikanskt herskip farið inn í Svartahavið. Vit kunnu síggja tað í kikara, og vit kunnu sikta eftir tí, segði Putin um amerikanska herskipið, USS Mont Whitney, sum er í Svartahavinum.
Ísakalt millum Russland og vesturheimin
Tað hendir, samstundis sum viðurskiftini millum Russland og vesturheimin eru tey ringastu síðani kalda kríggið.
Russland hevur m.a. latið NATO-skrivstovuna í Brússel aftur, eftir at NATO vísti átta limum á skrivstovuni úr landinum, og samstundis skuldsetti tey fyri njósning.
- Vit verða noydd at menna okkara loft- og rúmdarverju, segði Vladimir Putin á fundinum, skrivar danska kringvarpið.