Biðja nú fíggjarnevndina um pengar til stórhøll á Strondum

Biðja nú fíggjarnevndina um pengar til stórhøll á Strondum
Høllin verður mett at kosta 120 mió. kr., og áhugabólkurin biður um, at landið játtar tilsamans 84 mió. kr. í trý ár
 
11.11.2021 - 08:25

Ætlanin um at byggja eina stórhøll á Strondum er ikki slept, hóast ein stórhøll skal byggjast í Havn.

Fíggjarnevndin fekk í vikuni eitt bræv frá áhugabólkinum um stórhøll á Strondum, har fíggjarnevndin verður biðin um at seta pengar av til høllina í fíggjalógini fyri 2022.

Sambært áhugabólkinum fer høllin at kosta 120 mió.kr. Landsins partur verður 70 prosent, sum eru 84 milliónir. 

Uppskotið er 14 milliónir krónur næsta ár, 28 í 2023 og 42 milliónir í 2024.

Kommunan stuðlar við 30 prosentum

Sjóvar kommuna hevur sagt seg vilja stuðla høllini við 30 prosentum av 120 mió.kr.

Vit hava fingið ávíst eitt grundøki, sigur áhugabólkurin. 

Ætlandi skal ein sjálvsognarstovnur byggja stórhøllina, sum skal takast í brúk fyrst í 2024.

Í áhugabólkinum eru Alexandur Johansen, deildarleiðari í Trygd, Pól Jákup Poulsen, stjóri í Auto Service, og Hans Jákup Mikkelsen, stjóri í Mowi.

Eivind Jacobsen hevur skrivað brævið til Fíggjarnevndina vegna áhugabólkin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 10. oktober
Upp á tá - 091026
214585
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040