Veðurlagstoppfundurin næsta ár verður í Egyptalandi

Veðurlagstoppfundurin næsta ár verður í Egyptalandi
ST-aðalskrivarin finst hvassliga at teimum, sum stuðla dálkandi ídnaðinum
António Guterres, ST-aðalskrivari, gav ilt av sær á tíðindafundi í Glasgow í gjárkvøldið.
 
12.11.2021 - 08:48

Veðurlagstoppfundurin, COP26, sum er í Glasgow í Skotlandi, skal eftir ætlan enda í kvøld, og londini eru samd um, at COP27 næsta ár skal vera í Egyptalandi.

Egyptiski umhvørvisráðharrin boðaði á fundinum frá, at næsti veðurlagsfundurin verður í Sharm el-Sheik við Reyða havið, skrivar Reuters.

Samstundis varð almannakunngjørt, at COP28-veðurlagsráðstevnan verður í 2023 í Sameindu Arabisku Emiratunum.

Guterres illur

Aðalskrivarin í ST, António Guterres, gav ilt av sær á tíðindafundi í Glasgow í gjárkvøldið.

Hann segði tað vera burturvið at halda fram við at geva ídnaðinum, sum nýtir skitna orku, stuðul, skrivar Ritzau.

Og tað kennist alt annað enn gott, at lond framvegis byggja kolaverk, segði hann.

Fyrsta treytin er grøn orka

Hann sigur seg ikki hava stórvegis virðing fyri øllum lyftunum, sum eru givin í Glasgow, men vísti á, at fyrsta treytin fyri at røkka málinum, er at nýta grøna orku, og at gevast við at stuðla fyritøkum, sum menna svarta orku, sum hann tók til.

Eitt av uppskotinum, sum samráðst er um í Glasgow, er júst at samtykkja at steðga kolaverkum og at gevast at stuðla dálkandi orku.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 24. apríl
Vikuskiftið 24 apríl 2026
207545
Fríggjadag 24. apríl
LEITISSTEIN 24.04.2026 (Wolfgang)
207536
Fríggjadag 24. apríl
Beinleiðis úr Studio 5 - Gjáir
207518
Fríggjadag 24. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 24.apríl 2026
207138
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. apríl
Hallucination
207204
Fríggjadag 24. apríl
Veðrið
207539
Fríggjadag 24. apríl
Kakumiks 2 (6:7)
207533